Ronnie - Títt Blómandi Mál
Ronnie Korsager Davidsen Ronnie Korsager Davidsen
253 subscribers
1,441 views
21

 Published On Mar 22, 2024

Orð og Lag: Ronnie Korsager Davidsen
Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Kór og lagt til rættis: Herborg Torkilsdóttir & Henning Jensen
Steel Gittari: Reggie Duncan
Fiól: Jessie Morgan
Mastering: Holger Lagerfeldt

Takk til:
Julian Andreasen
Herborg Torkilsdóttir
Henning Jensen
Dávur Rasmussen
Bogi Davidsen
Kristian Erling Vígdá
Heidi Borum Davidsen
Rói Borum Davidsen
Brá Borum Davidsen
Siriđ Borum Davidsen
Týrur Borum Davidsen
Árant Djurhuus
-------------------------------------
1 vers:
Á Eiði, har liggur
Sørvágsvatn, tað fortaldi tú mær
Og Lolland
Tað er eitt verðuligt land
Tá tú gert ørkymlað
Tá brellast tú
Tað er eitt verri skil
Títt blómandi mál
Tað gevur tær sál

Niðurlag:
Tú sigur mangt og hvat
Ørvitistos og annað fjas
Men tú tosar beint til mín
Beint til mítt hjarta
Tú ert so hjartagóð
Lýsir dagin upp sum ein sól
Og tú tekur meg heilt uppfrá
Heilt upp á mánan
Tú ert eitt kempi smíl
Og tú ert mín

2 vers:
Hvør fuglur, hann letur
Við sínum nevi, og vit syngja øll við
Vit eru lík og ólík
Eins og tú
Títt skapandi lag
Tú gloymir tíð og stað
Sumt er ein fløkja
Skøra er ikki ein skøkja
Men tú er meira handalig enn eg
Har eri eg tær bara til fortreð

Niðurlag x 2:
Tú sigur mangt og hvat
Ørvitistos og annað fjas
Men tú tosar beint til mín
Beint til mítt hjarta
Tú ert so hjartagóð
Lýsir dagin upp sum ein sól
Og tú tekur meg heilt uppfrá
Heilt upp á mánan
Tú ert eitt kempi smíl
Og tú ert mín

show more

Share/Embed