Tíggju bibbur
Barnasangbók Føroya Barnasangbók Føroya
2.57K subscribers
139,910 views
101

 Published On Jan 16, 2019

Tíggju bibbur gingu ein túr,
gingu ein túr, gingu ein túr.
Men tann eina bibban var súr,
ein lítil tá var súr.

„Vit tíma ikki at fylgjast við tær,
fylgjast við tær, fylgjast við tær.
Far tú heim og vaska tær,“
søgdu allar tær.

Veitst tú hvat, ið hendi tá,
hvat segði tá tann lítla tá?
„Um eg heim til húsa má,
tit koma aftaná.“

Og so fóru allar tær,
allar tær til gongu har,
og tær fóru hosum úr,
og ongin tá var súr.

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Niclas Heri Jákupsson
og Steintór Rasmussen
Sang: Kular Røtur

show more

Share/Embed