4 - Her Er Løtan
Tóki Brattalíð Tóki Brattalíð
3.07K subscribers
121,664 views
251

 Published On Sep 23, 2013

Orð: Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariasen

Morgunsólin vaknar, alt er vorðið nýtt!
Náttarmyrkrið horvið er, nú kanst tú anda frítt.
Fortíðin nú farin er, framtíðin er huld,
einans henda løtan er tær ikki duld!

Nú er løtan, nú skalt tú liva,
í morgin er enn ikki vorðin tín!
Her er løtan, nú skalt tú liva,
tín gjárdagur jú farin er um sýn!

Tá stúran hóttir sinnið títt
og litar lívið grátt,
– fyll tá hjartað títt við tí,
sum royndist heitt og gott!

Lat ei hvøssu hvirlurnar
teg taka fótum av,
men minst til kærleikan, tú fekk,
og tann, tú øðrum gav!

Nú er løtan, nú skalt tú liva,
í morgin er enn ikki vorðin tín!
Her er løtan, nú skalt tú liva,
tín gjárdagur jú farin er um sýn!

show more

Share/Embed