Tá ið mánin fer yvir fjallið - Tey av Kamarinum -1963
Tey av Kamarinum - Official Tey av Kamarinum - Official
76 subscribers
3,526 views
34

 Published On Feb 20, 2019

Tá ið mánin fer yvir fjallið - 1963
Ingolf Jakobsen, Ingolf av Kamarinum, farbróður, var føddur í 1944 og andaðist í 2014. 69 ára gamal. Rødd hansara hevur altíð hugtikið meg.
Ingolf hevði, eins og øll systkini av Kamarinum, sína egnu, serstøku rødd.
Har Nicolina er vorðin ein partur av føroyska tjóðarklanginum við síni klokkureinu rødd og meistarliga framburði, so er Áslakkur ein hjartanemandi rødd, ið gevur sanginum “Mamma mín” dýpd, meðan lagið “Sweeney”, sera væl umboðar lættara huglagið. Jákup og Eyðbjørn hava tíverri ikki sungið so nógv inn á plátu sum solistar, men báðar røddirnar eru í tenor leguni. Hjá Jákupi gjørdist hetta tað sera týdningarmikla, sangliga klípið í tónleikabólkinum. Serstakliga í samsongi við Ingolf. Fyri kortum hoyrdu vit reinu og inniligu røddina hjá Margrethu á upptøku, ið kom undan kavi í bandasavninum hjá útvarpinum.
Tey byrjaðu longu í 1955. Føroyskur tónleikur og popplýrikkur. Lættur, kensluborin, men altíð nærverandi og við støði í gerandisdegnum. Í førunum “Teir sigla” og “Lívið”, kørg sosialrealisma í síni lýsing av gerandisstríði og djúpari sorg.
Sprottin úr einum tónleikara- og verkamannaumhvørvi í Havn. Úr góðum tónleikaligum og málsligum jørðildi - við ljóðfalli úr Skálavík, og frábrigði úr gomlum Havnarmáli.
Hvaðani íblásturin er komin, er ikki so lætt at siga. Tey lurtaðu eftir alskyns tónleiki og uppvøksturin í heiminum í Konradsbrekkuni, var merktur av treytaleysum stuðuli og markleysum tolsemi. Har komu nógv ymisk fólk á gátt. Ættarfólkið høvdu eisini leitað sær víða. Sjónarringurin var víður.
Ingolf leggur seg tætt at croonara fakinum í síni útgávu av “When the Moon comes over the Mountain”. Upprunalagið var útgivið í 1931. Tað var eyðkennislagið hjá songkvinnuni Kate Smith. Í føroysku týðingini hjá Nicolinu, fekk lagið heitið "Tá ið mánin fer yvir fjallið". Hetta er ein sera sjálvstøðug tulking hjá Ingolfi av upprunalagnum. Ikki bert ein endurgeving av einum einføldum lagi. Heldur ein nýtulking.
Í gjøgnumførda og serstaka gittarspælinum hjá Eyðbirni, hoyri eg bæði skiffle, Slim og Chas McDevitt.
Um teir báðir vóru/eru tilvitaðir um hetta, veit eg ikki.
Ingolf er á hesi upptøku frá 1963 bert 18 ár. Hann ljóðar sum ein mjúk baryton rødd, sum leitar níðureftir, og við árunum mentist røddin til ein rættiligan bass. Á seinni upptøkum hoyra vit fullbúnaðu rødd hansara. Ikki minst á legendarisku “Góði Jólamaðurin” frá 1971. Røddin hjá Ingolfi er, í føroyskum tónleikahøpi, klangliga ímyndin av tí rætta jólamanninum.
Øll vistu, at Ingolf var í essinum, tá ið hann við góðsligu, men djúpu rødd síni mælti: “Hatta er alt ov høgt”. So ráddi um at finna ein lægri dur.
Eyðbjørn var nøkur ár eldri enn lítlibeiggin Ingolf, tá ið teir innspældu hetta lagið. Ja, han var heili 22 ár. Hann leikar her á Arnold Hoyer gittarina hjá sær. Hon er til enn. Niels Jákup, bróður, eigur hana. Ingolf leikar rútmu á ein Framus el-gittara.
Marius Tummas Rein var upptøkutøkningur. Upptøkurnar vóru seint á kvøldi í Útvarpinum á Bryggjubakka. Tey hildu á langt út á náttina, innan øll fýra løgini vóru í kassanum. Eina lagið fekst ikki at sita, so ístaðin var lagið "Min fyrsta flamma" tikið upp, og tað kom so við á EP-plátuna.
Tey fýra løgini vóru: Teir sigla um havið so víða - Ei meira eg kenni longsul (Nicolina syngur), Tá ið mánin fer yvir fjallið (Ingolf syngur), Mín fyrsta flamma (Eyðbjørn syngur)
-----------
Tey av Kamarinum - 1963 - Ingolf, sangur og rútmugittara - Eyðbjørn, sologittara
Lag: Amerikanskt - Týtt til føroyskt: Nicolina
Útgivin í 1963. Hin fyrsta og einasta EP-pláta (extended play)
Hini løgini á plátuni vóru:
Teir sigla um havið so víða - Ei meira eg kenni longsul (Nicolina syngur)
Tá ið mánin fer yvir fjallið (Ingolf syngur)
Mín fyrsta flamma (Eyðbjørn syngur)
-----------
H. C. W. Tórgarð gav út. Upptøkan var í Útvarpinum á Bryggjubakka. Upptøkumaður: Marius Tummas Rein.

Myndirnar, ið eru nýttar, eru privat ogn.

Skrivað grein, reinsað og lagt út: Ólavur Jakobsen

show more

Share/Embed